Tá vit prátaðu við Tinu Mellemgaard og Kára Fossdalsá aftaná liveshow í X Factor í farnu viku søgdu tey bæði, at tað fór at vera vilt næsta fríggjadag.
Nú er fríggjadagur aftur, og TV2 hevur júst kunngjørt hvørji løg føroysku sangfuglarnir í X Factor fara at syngja.
Tina Mellemgaard fer aftur hesaferð at framføra eina “balladu”. Tað verður “If I Ain’t Got You” hjá Alicia Keys. 18 ára gamli hoyvíkingurin fekk nógv rós frá dómarunum seinast.
Kári Fossdalsá endaði í vandabólkinum seinast, men fekk ein møguleika afturat. Toftamaður við sjarmerandi røddini fer hesaferð at royna seg við einum stillum sangi, nevniliga “Let Her Go” hjá Passenger, sum kom út í 2012.
Føroyingar kunnu atkvøða
X Factor verður sent á danska TV2 klokkan 19 føroyska tíð. Eftir Gekkin verður tað víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Til ber hjá føroyingum at atkvøða við at senda sms til 1234 og annars fylgja tí sum stendur á skíggjanum. Tað skal ikki skrivast +45 frammanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald