Danska tjóðin hevur júst sungið felagssang fyri Margrethu drotning á áttati ára degi hennara.
Men sangurin úr Føroyum kom ikki rættiliga við í beinleiðis sendingini, sum varð at síggja á donsku sjónvarpsstøðunum.
Nakrir føroyskir sangarar høvdu stillað upp í Kirkjubø, so tey kundu vera við í heiðranini av drotningini.
Men tá myndin skifti til Føroyar var týðuligt, at føroysku sangararnir ikki høvdu samband til Danmarkar. Teir stóðu bara ivandi, og týðuligt var, at tey ikki hoyrdu ljóðið.
Í staðin fóru tey gangandi úr myndini, meðan restin av tjóðini sang við til ”I Danmark er jeg født”. Myndin skifti inn í fínu stovuna hjá drotningini, har hon einsamøll sat og fylgdi sanginum, og á sjónvarpsskíggjanum sást, at nú var bert tann eini føroyingurin eftir í myndini.
Tey, ið vilja síggja nakað súmbolskt í hesum, kunnu óiva fáa nógvar søgur burtur úr tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald