
Í dag fer føroyski filmskaparin, Gudmund Helmsdal, til Mumbai at luttaka á fyrstu World Audio Visual & Entertainment Summit (WAVES), ein ráðstevna, ið verður hildin frá 1. til 4. mai í glæsiliga Jio World Convention Centre, í Mumbai.
Tað er indiska stjórnin, sum skipar fyri hesum nýggja altjóða tiltaki fyri at styrkja samstørv og sambond innan altjóða miðla- og undirhaldsídnaðin.
Gudmund er boðin av indisku stjórnini, orsakað av sera góðu altjóða móttøkuni av stuttfilminum “Trøllabeiggi”, sum eisini hevur vunnið fleiri virðislønir á indiskum filmfestivalum. Ferðin er ein stak gott høvi at umboða føroyskan film og at knýta sambond við ein av heimsins størstu og mest spennandi filmsmarknaðum.
- India hevur ein stóran mentanararv og eina ríka filmsøgu, og er helst heimsins størsti filmmarknaður. At verða boðin at luttaka á WAVES er ikki bara ein heiður, men eisini eitt stig á leiðini at varpa ljós á og fáa føroyskar søgur út til eina altjóða hyggjaraskara, sigur Gudmund.
Hann vísir eisini á, hvussu slík sambond kunnu fáa breiðari ávirkan á Føroyar. Til dømis, tá Bollywood-stjørnan Shah Rukh Khan, spældi inn nakrar senur til filmin Dilwale í Íslandi, vaks talið av ferðafólki úr India, Miðeystri og Suðureysturasia til Íslands munandi. Kahn er kanska ikki so kendur á okkara leiðum, men hann er helst heimsins kendasti filmssjónleikari tá talan er um fólkatal sum veit um hann.
- Ímyndið tykkum, um ein stórur indiskur filmur gjørdi upptøkur í Føroyum við einum leikara sum honum – tað kundi havt eina ovurstóra ávirkan á ferðavinnuna og okkara altjóða profil.
Í Ráðgevandi nevnd í WAVES eru júst nøkur av størstu nøvnunum innan film, tónleik og tøkni – m.a. Shah Rukh Khan, Aamir Khan, Amitabh Bachchan, A.R. Rahman og Satya Nadella, forstjóri í Microsoft – so hetta ber boð um eitt tiltak við dygd.
Indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi, setur stevnuna. Skráin fevnir m.a. um networking, framløgur, kjakpanel, serligar framsýningar og verkstovur, við serligum denti á samstarv, nýskapan og mentanarbýti.
Glæsiliga Jio World Convention Centre í Mumbai
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald