Innanlands

Føroyskur filmur fær tríggjar milliónir yvir næstu trý árini

Hetta kemst av slóðbrótandi samstarvsavtalu millum Filmshúsið og Betri. Stuðulin skal millum annað brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum

2023-03-09 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Filmshúsið og Betri hava gjørt avtalu, sum tryggjar føroyskum filmi tríggjar milliónir yvir næstu trý árini.

Hesum boðar Filmshúsið frá í tíðindaskrivi í dag. Hesin stuðulin skal brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum, at stuðla talentmenning, og at stuðla ítøkiligum verkætlanum við munagóðum upphæddum. 

Fyri Betri snýr tað seg um at stuðla einari verkætlan, sum kann vera til gagns fyri fólk og samfelagið sum heild. Í tíðindaskrivinum verður tað lýst á tann hátt, at stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja skaða og sjúkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum. Nú verða 3 milliónir so settar av til film.

- At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum. Føroyskur filmur er í menning, men almenni filmsstuðulin er enn ikki á tí støði, sum í grannalondunum. Vit vóna, at okkara íkast kann hjálpa til við at lyfta føroyskar filmsverkætlanir og at geva føroyskum filmi fleiri bein at standa á. Vónin er, at føroyskar søgur á filmi verða ein sjálvsagdur partur av okkara mentanarliga palli,

Hetta sigur Aslaug Gísladóttir, forkvinna í Betri stuðul. Saman við Filmshúsinum hevur felagið orðað endamálið við filmsstuðlinum.

Stuðul verður veittur til trý ymisk øki: 1. Størri verkætlanir - til framleiðslu og liðugtgerð. 2. Menning av verkætlanum - til hugskotsmenning og víðari menning av verkætlanum, fram ímóti framleiðslu. 3. Talentmenning - til skeið, mentoring og átøk, sum miðja eftir at menna yngru spírarnar, sum gera film.

- Trýggjar milliónir yvir trý ár kunnu veruliga gera mun, og er hetta veruliga eitt nýbrot,  sigur Tina í Dali Wagner, dagligur leiðari í Filmshúsinum, sum fegnast yvir slóðbrótandi átakið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder