Innanlands

Føroyskur tari forðar fyri soppi á kaliforniskum jarðberum

Ocen Rainforest, sum alir og virkar tara í Føroyum sær møguleikar at selja til landbúnaðin í Meksiko og Kalifornia

Ólavur Gregersen, stjóri á Ocean Rainforest (Mynd: Ocean Rainforest)

Ólavur Gregersen, stjóri á Ocean Rainforest (Mynd: Ocean Rainforest)

2025-05-24 08:45 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Hetta er eitt produkt, sum vit gera í Kaldbak, og sum vit draga úr taranum við sitrónsýru. Tá hetta evnið verður sproytað á plantur, forðar tað fyri, at soppur veksur á eitt nú berum. Hettar er ein natúrligur soppatýnari, sum einans verður framleiddur úr aldum tara úr Føroyum. Og tað er ein vøra, sum vit vænta okkum nógv av í Kalifornia og Meksiko.

Vónirnar fyri at finna ein markna, sum veruliga kann avtaka føroyskan tara í størri mongdum eru bjartari nú, ið føroyska fyritøkan Ocean Rainforest hevur keypt seg inn í eina meksikanska tarafyritøku.

Granskingin, sum er farin fram í Kaldbak hesi seinastu árini er eitt nú komin fram til, at tari kann brúkast til at forða soppavøkstri á virðismiklum plantum, ið verða dyrkaðar í heitari londum, so sum mandlur og ber av ymsum slag.

Í Blaðnum Vikuskifti í dag er longri samrøða við stjóran í Ocean Rainforest, Ólav Gregersen, sum fortelur um hvussu føroyskur tari kann hjálpa meksikanskum og kaliforniskum bóndum við at minka um nýtsluna av handilstøðum, samstundis sum framleiðslan av teirra vørum kostar munandi minni í CO2 framleiðslu.

Les: Tari úr Kaldbak tryggjar jarðberini í Kalifornia 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder