Innanlands

Føroyskur uppfinnari av heimsins størstu vínapp gestur í BBC World

Hoyvíkingurin Heini Zachariassen var í dag gestur hjá heimsins størstu sjónvarpsrás, BBC, har hann greiddi frá síni vínapp

2018-08-21 17:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er ikki hvørjum beskorið, og als ikki fámentari tjóð sum føroyingum, at koma á breddan í heimsins kendastu og størstu sjónvarpsrás BBC World og entá í bestu senditíðini. Men tað hendi seinnapartin, tá hoyvíkingurin og uppfinnarin av heimskendu VIVINO appini, Heini Zachariassen var gestur í sendingini ”BBC Business” við kenda journalistinum Aaron Heselhurst.

Spurdur um, hvussu hann kom á hugskotið til hesa heimsins størstu og mest forvitnisligu vínapp svarar Heini spakmæltur:

”Eg eri ikki vínserfrøðingur, men tá eg fyri nøkrum árum síðani, kom inn í ein stórhandil í Keypmannahavn og sá henda múrin av vínsløgum - vitandi at vín er nærum hvønnmansdrykkur - kundi eg brádliga ikki skilja, hví tú kann bíleggja alskyns bøkur á Amazon ella síggja filmar á alskyns kanalum, meðan vín bara er nakað fyri kennarar og serfrøðingar. Hví kann maðurin á gøtuni ikki eisini hava møguleika at síggja, hvørji vínsløg eru at velja ímillum. Tað varð byrjanin til hesa appina.”

Í sendingini vísir Heini kenda BBC vertinum, hvussu øll fólk kunnu brúka fartelefonina at avmynda eina vínfløsku og eftir tað síggja, hvar hon er framleidd, hvussu nógv hon kostar umframt aðrar áhugaverdar upplýsingar um hetta ávísa vínmerkið.

Við at hava Vivino appina á telefonini kunnu øll, líka mikið hvar í heiminum tú er stæddur, fáa upplýsingar um júst ta vínfløskuna tú hevur í hondini. Í sendingini kom fram, at meira enn 100.000 brúkarar (ratings) eru inni á hesi appini um dagin. Og talið bara veksur. Teir hava umleið 10 mió. vínsløg á databasini og hava júst rokkið 100 mió. ratings, greiðir Heini frá.

Hon verður mest brúkt í USA, men eisini nógv í Evropa og í Brasilia.

Vinvino appin er ókeypis. Tá tú brúkar hana at bíleggja ávíst vínslag rindar tú eisini ávíst gjald til appeigaran.

-Verður tú ríkur av hesum spyr verturin og Heini svarar: -Kanska ein dag.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder