Kaja Kallas, forsætisráðharri í Estlandi hevur í dag boðað frá, at hon leggur frá sær.
Hon verður tó verandi í embætinum, inntil ein nýggjur stjórnarleiðari er funnin, og ein nýggj stjórn er skipað.
Síðst í juni varð Kallas tilnevnd til uttanríkisstjóra í ES, men áðrenn hon fer í nýggja starvið, skal tilnevningin fyrst góðkennast av ES-tinginum seinni í hesum mánaðinum, skrivar Ritzau.
47 ára kamla Kaja Kallas gjørdist í 2021 fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Estlandi. Hon hevur verið forkvinna í liberala flokkinum Eesti Reformierakond síðan 2018.
Kallas hevur verið sera atfinningarsom móti Russlandi, og fyrr í ár varð hon koyrd á ein russiskan lista yvir eftirlýst fólk fyri, sambært russiska stýrinum, at hava framt "fíggindarligar gerðir" móti Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald