Uttanlands

Forsætisráðkvinnan skerjir lønina í samhuga

Stórur partur av fólkinum í Ný Sælandi merkir avleiðingarnar av koronakreppuni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-16 08:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hópurin av fólki kring heimin hevur mist arbeiðið orsaka av koronakreppuni og nógv eru send heim við avmarkaðari løn.

Í Ný Sælandi hevur landsins forsætisráðkvinna, Jacinda Ardern, nú gjørt av, at teir hægst løntu politikararnir í landinum skulu skerjast 20 prosent í lønini í samhuga við teimum, sum eru rakt av kreppuni, skrivar The Guardian.

Lønarniðurskurðurin umfatar m.a. Ardern sjálva, varaforsætisráðharran og fleiri stjórnarlimir. Harumframt hevur ovasti heilsustjórin í Ný Sælandi eisini sagt, at hann fer niður í løn, og tað sama við andstøðuleiðaranum í landinum, Simon Brides.

Ardern missir umleið 190.000 krónar komandi hálvárið. Hon viðgongur, at tað í sjálvum sær ikki hevur stóra ávirkan á samlaða búskapin, men at tað snýr seg um boðskapin.

Um hálvonnur millión fólk í Ný Sælandi hava søkt um at fáa lønarískoyti úr kreppupakkanum hjá stjórnini, ið gevur endurgjald fyri mista inntøku. 4,8 milliónir búgva í landinum.

Landið hevur verið stongt seinastu tríggjar vikurnar, og útigongubann hevur verið galdandi.

Altjóða gjaldoyragrunnurin hevur mett, at bruttotjóðarúrtøkan í Ný Sælandi fer at minka 7,2 prosent í ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder