
Tá Finnish Institute of International Affairs, FIIA, skuldi finna rætta umsøkjaran til eitt spennandi pláss í starvsvenjing sum granskingarhjálp, var sonur landsins forseta valdur út millum tey 200, sum søktu.
Oliver Stubb, sum er sonur forseta Finnlands, Alexander Stubb, var at enda í kapping við fyra onnur lesandi, sum øll lósu kandidat, men var valdur hóast hann sjálvur gekk á fyrsta ári í eini bachelorútbúgving.
Hinir umsøkjararnir vóru, sambært fleiri finskum miðlum, betri skikkaðir til starvið, enn Oliver Stubb.
21 ára gamli forsetasonurin gongur á einum universiteti í Bretlandi, og eftir at hann setti seg í samband við stovnin fyri at spyrja um praktikkplássið, so vórðu umsøkjarakrøvini knappliga broytt, skrivar finska blaðið Iltalehti. Nú var gjørligt hjá lesandi á bretskum lærustovnum eisini at søkja.
Sjórin fyri FIIA, Hiski Haukkala, hevur vart valið av Stubb til starvið við, at hann var serliga motiveraður, skrivar DR.
Stjórin hevur eisini víst á, at góður fyrisitingarligur siður er fylgdur, men enn hevur hann ikki kunngjørt skjøl, sum stuðla hesum.
Málið hevur elvt til øði í Finnlandi, og umboðsmaðurin fyri finska ríkisdagin hevur fingið seks klagur um setanina av Oliver Stubb, skrivar Iltalehti.
Sambært finska kringvarpinum, Yle, er Oliver Stubb longur byrjaður í starvsvenjingini hjá FIIA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald