Fleiri enn 80 mió. hava nú greitt atkvøðu í sambandi við amerikanska forsetavalið.
Valið verður ikki fyrr enn týsdagin 3. november, men veljarar hava leingi havt møguleikan at brævatkvøða, og hesum møguleikanum hava nógv gjørt sær dælt av.
Fyri fýra árum síðani, tá valið stóð millum Donald Trump og Hillary Clinton, atkvøddu 47 mió. fólk áðrenn sjálvan valdagin. Tilsamans atkvøddu góðar 128 mió. fólk. Alt bendir á, at vallutøkan í ár verður tann størsta, sum USA hevur upplivað í meira enn hundrað ár.
Sambært Ritzau tykist orsøkin til stóra talið á veljarum, sum atkvøða áðrenn valið, bæði at vera áhugin fyri sjálvum valinum, sum stendur millum Donald Trump og Joe Biden, og koronafarsóttin. Veljarar ynskja at sleppa undan at standa í longum bíðirøðum og fullum valhølum týsdagin.
Ein kann atkvøða við at møta upp á einum valstaði at greiða atkvøðu ella at senda atkvøðuna umvegis postin.
US Election Project hevur áður mett, at tilsamans 150 mió. fólk fara at velja á forsetavalinum í ár. Tað svarar til eina valluttøku á 65 prosent, sum er hægsta talið, síðan 1908.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald