Innanlands

Forskúlalíknandi tilboð sett í verk á Velbastað í ár

Børnin skului læra skúla og starvsfólk at kenna og at gera skiftið millum dagstovn og skúla lættari. Tímarnir í forskúlalíknandi tilboðnum verða lagdir til rættis í samstarvi millum dagstovn, skúla og foreldur

Børnini møta i skúlanum um morgunin og eru har í tveir tímar. Børnini fara so í dagstovnin, tá tey eru liðug í forskúlalíknandi tilboðnum (Mynd: torshavn.fo)

Børnini møta i skúlanum um morgunin og eru har í tveir tímar. Børnini fara so í dagstovnin, tá tey eru liðug í forskúlalíknandi tilboðnum (Mynd: torshavn.fo)

2023-01-05 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Endamálið við hesum tilboðnum er, at børnini læra skúla og starvsfólk at kenna og at gera skiftið millum dagstovn og skúla lættari. Tímarnir í forskúlalíknandi tilboðnum verða lagdir til rættis í samstarvi millum dagstovn, skúla og foreldur. Forskúlalíknandi tilboðið verður eisini partur av innskúlingini, yngsta bólki í skúlanum.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna í samband við, at tilboðið, ið verður skipað í samstarvi millum Velbastaðar skúla og Dagstovnin á Velbastað, verður kunngjørt. Dentur verður lagdur á eina spælandi tilgongd.

- Í tilboðnum verður dentur lagdur á eina spælandi tilgongd til tøl, mongdir, bókstavir og ljóð. Tilboðið verður skipað við støði í kunngerðini um skipan og læring í forskúla, og virksemið verður lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um hesi høvuðsøki: Samveru og samstarv, Mál og málmenning, Rørslu og motorikk, Sosialar førleikar, Undran, forvitni og skapanargleði, Handaverk og list, umframt Støddfrøði og náttúru og at nýta náttúruna í læringini

Børnini møta i skúlanum um morgunin og eru har í tveir tímar. Børnini fara so í dagstovnin, tá tey eru liðug í forskúlalíknandi tilboðnum.

Foreldur, ið ynskja at skriva barn í forskúlalíknandi tilboð á Velbastað, kunnu venda sær til Leiv Frederiksen, fyrstilærara í Velbastaðar skúla, upplýsir Tórshavnar kommuma

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder