Innanlands

Forskúlin í Trongisvági eitur Gluggin

Skipað varð fyrr í ár fyri navnakapping til forskúlan, og tað bleiv Randi Kúrberg, sum átti vinnandi uppskotið

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-04-14 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvøroyrar Kommuna skipaði fyrr í ár fyri navnakapping til forskúlan, sum byrjar í Trongisvági eftir summarfrítíðina í aug. 2023.

Tá freistin var farin 24. feb. í ár, vóru fleir enn 50 uppskot innkomin, og vinnara uppskotið bleiv Gluggin, ið Randi Kúrberg hevði í uppskotið. Randi Kúrberg, hvørs mamma er ætta og uppvoksin í Trongisvági grundgevur og lýsir navnið Gluggin soleiðis.

Navnið kom við íblástri frá staðarnavninum “Gluggarnir”, soleiðis at heitið á stovninum hevur tilknýtið til heimstaðin og nærumhvørvið og kann vera ímynd um kensluna, sum børnini hava til staðið, har tey vaksa upp og trívast. Frá dagstovninum kunnu børnini hyggja niðan á Gluggarnar og ætla sær niðaná, t.v.s. seta sær mál og røkka teimum. 

Gluggi merkir “op/hol í vegginum” ella “vindeyga”, og myndaliga sagt er tað gjøgnum gluggan, at børnini fáa eyguni upp fyri verðini, t.v.s. at tey síggja og skilja alsamt meira av lívsins viðurskiftum. Tey gerast búgvin. Gluggin er eisini mark millum tað, sum er inni og úti. Í glugganum eru tey á markinum millum trygga barnagarðslívið, sum tey kenna, og ókenda skúlalívið, sum er spennandi og avbjóðandi, men eisini ótrygt, tí tey hava ikki lært at fóta sær í nýggju verðini enn. Árið í forskúlanum Glugganum er skiftistíðin, ið skal geva børnunum frið og náði at vera á markinum, fara yvir um mark og venda aftur inn um mark. Tað er í glugganum, at tey skulu fáa eyguni upp fyri, at tað ókenda er forvitnisligt, spennandi, mennandi og læruríkt. Tey skulu fáa dirvi at tak a við avbjóðingum og royna alt tað nýggja, sum heimurin, ið letur seg upp fyri teimum, hevur at bjóða. Meðan alt hetta hendir, skulu børnini eisini kenna barnagarðslívið sum ta góðu, sterku og fløvandi vaksnamannahondina, ið leiðir tey væl yvirum, og sum tey óttaleys tora at sleppa, tá ið tey og tíðin eru búgvin til tað.

Tvøroyrar býráð samtykti í feb. 2022 at byrja fyrireikingar at seta á stovn forskúla í kommununi við ætlan um at hesin kundi byrja í aug. 2023. Ein arbeiðsbólkur bleiv settur, sum síðani hevur fyrireika stovnsetan av forskúla í Tvøroyrar Kommunu, og hin 29. sep. samtykti býráði at seta á stovan forskúla, sum skuldi byrja í aug. 2023.

Nú er komið so mikið langt við fyrireikingum, at forskúlin hevur fingið navn, starvsfólk eru sett, og børn í Tvøroyrar kommunu verða boðin vælkomin í forskúlan Gluggin í august 2023.

Lærari í forskúlanum verður Juanita Schrøter Holm, og námsfrøðingur Karin Kristina Eysturberg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder