![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Í hesum førum var tað ein forsýning til stýriskipanina, sum fór, og tað gjørdi, at motorstýringin fór út.
Tað segði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, við útvarpið í kvøld. Á middegi fekk Teistin motorbrek, sum gjørdi at Teistin lá og rak fyri vág og vind í Skopunarfirði í einar tveir tímar.
Hilmar Eliasen hevur ikki fingið eina nærri frágreiðing um hvat tað var sum hendi, men tað fer at koma.
Veðrið í dag var sera gott, og tað kann sigast at vera heppið tá Teistin lá uttan motororku, men tað vil Hilmar Eliasen ikki siga nakað um.
Hann sigur tó, at Lív og Brimil vóru skjót á staðnum.
35 fólk vóru umborð á Teistanum hendan túrin.
Les eisini: Teistin var nær landi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald