Innanlands

Fosturforeldur hava nú rætt til frítíð við løn

Samferðslumálaráðið hevur tikið avgerðina eftir áheitan frá Fosturforeldrafelagnum um at greina støðuna hjá fosturforeldrum

2019-02-21 19:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Samferðslumálaráðið hevur tann 19. februar tikið avgerð um, at fosturforeldur hava rætt til frítíð við løn.  

Orsøkin til hesa avgerð er, at Fosturforeldrafelagið hevur heitt á Samferðslumálaráðið um at greina, um fosturforeldur eru fevnd av frítíðarlógini ella ikki. Sambært § 4 í løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn er tað landsstýrið, ið tekur avgerð í ivaspurningum, um persónur kemur undir lógina, og Samferðslumálaráðið varðar av frítíðarlógini.

Spurningurin í hesum føri hevur verið, um fosturforeldur eru at meta sum løntakarar, og tí hava rætt til frítíð við løn. Í avgerðini varð staðfest, at flestu løntakaraeyðkenni eru til staðar fyri fosturforeldur, og um samsýningin hjá fosturforeldrum verður sett í mun til aðra arbeiðsmarknaðarlóggávu, sæst, at hon er meinlík lønarinntøku.

Av tí at frítíðarlógin hevur eitt breitt virkisøki, og at ivi ikki er um, at tey flestu av løntakaraeyðkennunum eru til staðar fyri fosturforeldur, verður mett, at fosturforeldur eru fevnd av frítíðarlógini og hava tey rættindi, ið lógin fyriskipar, skrivar Samferðslumálaráðið.

Samferðslumálaráðið tekur í hesi avgerð ikki støðu til, um fosturforeldur eru at meta sum løntakarar í mun til aðra lóggávu enn løgtingslóg um frítíð við løn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder