Innanlands

Fosturtøkulógin til triðju viðgerð í morgin

Í gjár varð málið samtykt við aðru viðgerð, og í morgin verður málið endaliga avgreitt við triðju viðgerð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-03 08:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Málið um fosturtøkulóg, sum varð samtykt við aðru viðgerð í gjárkvøldið, skal til triðju viðgerð í morgin, hósdagin.

Tað framgongur í skránni hjá løgtinginum.

Tingfundurin byrjar í morgin klokkan 11, og fosturtøkulógin er mál nummar fýra av 18 á skránni.

Uppskotið, sum Eyðdis Hartmann Niclasen, Karlot Hergeirsson, Ingilín Didriksen Strøm, og Hervør Pálsdóttir hava lagt fram, varð í gjár samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti, og verður helst samtykt endaliga við triðju viðgerð í morgin.

Skráin fyri tingfundin í morgin sæst her

Les eisini: Súsanna gjørdist sum væntað tungan á vágskálini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder