Innanlands

Fótbóltsfríggjadagur á FM1: Fótbóltsskýlið klokkan 15 og frásøgn klokkan 18.30

Leivur Frederiksen og Fannhard Antonsson Skoradal vitja upptakssendingina seinnapartin. Tað ger Trygvi Absalonsen eisini, áðrenn hann fer Margáir at siga frá EB/Streymi - KÍ. FM1 sigur frá øllum fimm dystunum í 3. umfari í Meistaradeildini hjá monnum

Trygvi Absalonsen vitjar rásarúmið, áðrenn hann fer til Margáir (Mynd: Sverri Egholm)

Trygvi Absalonsen vitjar rásarúmið, áðrenn hann fer til Margáir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-20 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mitt í øllum politiska meldrinum fyllur fótbóltur framvegis nakað á FM1, og sagt verður frá øllum dystunum í 3. umfari í Meistaradeilini hjá monnum. Allir, uttan tann í gjár, vórðu fluttir vegna vána veðurforsøgn sunnudagin:

3. umfar 
Í kvøld, fríggjadagin 20. mars
18.30: EB/Streymur - KÍ

Í morgin, leygardagin 21. mars
17.00: B36 - B68
18.00:07 Vestur - Skála
18.30: NSÍ - AB

Mánadagin 23. mars
18.30: Víkingur - HB

Á FM1 verður byrjað við Fótbóltsskýlinum (upptakssending) í dag klokkan 15.05 og sunnukvøldið klokkan 19.30 taka tey samanum sendingini í "3. hálvleikur" - og hyggja fram til HB-Víking

Vit hita upp til umfarið klokkan 15, tá Leivur Frederiksen og Fannhard Antonsson Skoradal, og síðani eisini Trygvi Absalonsen, koma á gátt í rásarúminum.

Teir fara at hyggja uppá 3. umfar og eisini tosa um tendensirnar higartil í kappingini.

Fannhard Skoradal hevur júst verið í Slovenia sum venjari hjá U17-gentunum, sum hava staðið seg væl. Hetta fara vit at tosa eitt sindur um, umframt Meistaradeildina hjá kvinnum, sum byrjar í dag.

[object Object]
Fannhard Antonsson Skoradal (Mynd: Sverri Egholm)

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Sendingin byrjar beint eftir tíðindini klokkan 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder