Fótbóltssamband Føroya kundi í gjár halda fjøruti ára føðingardag. FSF varð sett á stovn tann 13. januar 1979. Fyrsti formaður var Christian Olsen, og síðani stovnanin hevur sambandið havt seks formenn ella forsetar.
Formenninir ella forsetarnir, sum hava sitið, eru Christian Olsen (1979-1981), Torleif Sigurðsson (1981-2002), Dánjal Andreasen (2002-2004), Óli Holm (2004-2008), Høgni í Stórustovu (2008-2010) og núverandi formaðurin Christian F. Andreasen, ið hevur sitið síðani 2010.
Fótbóltssambandið skrivar á heimasíðuni, at fótbóltur er spældur í Føroyum síðani síðst í 19. øld. Fyrsta fótbóltsfelagið var TB, sum varð stovnað í 1892.
Fyrsta FM kappingin í fótbólti var í 1942, og síðani 1976 hevur verið spælt um upp- og niðurflyting millum tríggjar tær ovastu deildirnar.
FSF hevur latið skrivað um sína søgu í samband við 40 ára dagin. Les meira her.
Rættað kl. 12:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald