Innanlands

Frá Bubu til felagsskapir, ið hálpa børnum

Klovnurin Bubu hevur savnað inn fyri at bøta um korini hjá føroyskum børnum

2018-12-24 11:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í summar tók klovnurin Bubu saman við vinum stig til tiltakið Bubu á Ferð. Endamálið var at varpa ljós á felagsskapir, ið virka fyri góðum viðurskiftum fyri børn í Føroyum.

Hetta varð gjørt við súkklutúrum og smáum konsertum. Samstundis gav Bubu vinum, fyritøkum og kommunum møguleikan til at veita stuðul til hesar felagsskapir; Sinnisbata, Barnabata og Bláa Kross.

Og ikki kann annað sigast enn at móttøkan til tiltøkini var framúr góð, og tað fegnast Bubu nú um. Errin og eyðmjúkur kann hann í dag boðað frá, at nakrar 70.000 krónur komu inn, og at pengarnir nú verða veittir hesum felagsskapum.

Sí filmin herundir:

 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder