Mentan

Fráfaringarløta í Eysturkommunu

Óluva Lilaa og Ingibjørg í Lambanum fara úr starvi vegna aldur eftir ávikavist 12 og 20 ár í starvi hjá kommununi, og Rannvá Djurhuus fekk handað tænastumedalju frá drotningini eftir 40 ár í starvi

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2021-10-01 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin var fráfaringarløta í býráðshúsinum í Norðragøtu í sambandi við, at Óluva Lilaa og Ingibjørg í Lambanum fara úr starvi vegna aldur eftir ávikavist 12 og 20 ár í starvi hjá kommununi. Harafturat fekk Rannvá Djurhuus handað tænastumedalju frá drotningini eftir 40 ár í starvi.

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen takkaði teimum øllum fyri drúgva tænastu og handaði teimum blómutyssi. Harafturat fekk Rannvá tænastumedalju frá drotningini, meðan Óluva og Ingibjørg fingu hvør sín málning eftir Sámal Toftanes.

Rannvá Djurhuus hevur verið í starvi hjá kommununi síðan 1. mai 1981 sum reingerðarfólk. Hon hevur verið við til at halda ein høgan standard, bæði fakliga og relationelt. Hetta hevur alt verið við til, at arbeiðsumstøðurnar hava verið góðar og eitt sera gott samanhald millum starvsfólkini, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Óluva Lilaa hevur starvast í 12 ár sum vaskifólk hjá Eysturkommunu og Ingibjørg í Lambanum sum hjálparfólk í 20 ár á dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv.

Fleiri myndir frá fráfaringarløtuni síggjast á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder