Innanlands

Fráfaringarsamkoma fyri Tóru Johannesen í gjár

Hon hevur verið leiðari í Barnagarðinum á Svangaskarði í næstan 15 ár

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði Tóru ein málning og bar fram takkarorð (Mynd: nes.fo)

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði Tóru ein málning og bar fram takkarorð (Mynd: nes.fo)

2022-12-23 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í heyst boðaði Tóra Johannesen, leiðari í Barnagarðinum, frá, at hon ynskti at gevast sum leiðari til jóla 2022. 

Hon byrjaði í dagrøktini hjá kommununi í 1986, arbeddi í nøkur ár sum námsfrøðingur í Barnagarðinum, áðrenn hon á summri 2008 tók við sum leiðari.

- Samtíðin setir stór krøv til dagstovnarnar, starvsfólkini og ikki minst leiðaran, sum vegna kommununa skipar fyri. Tað er sera nógv broytt, síðan Dagrøktin í Nes kommunu sá dagsins ljós í 1986. Og tað er eisini nógv broytt, síðan Tóra tók við sum leiðari í Barnagarðinum 1. juni 2008. Sum leiðari hevur Tóra upplivað útbygging av Barnagarðinum, seinni við vøggustovu, og í fjør at skúlabólkurin fór yvir í nýggja Frítíðarskúlan.

Soleiðis segði Súni á Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, millum annað á fráfaringarsamkomu í gjár.

- Vegna Nes kommunu vil eg bera tær eina hjartans tøkk fyri tíðina. 14,5 ár sum leiðari á sama stovni er ein long starvstíð í dagsins samfelagi. Vegna kommununa vil eg siga, at tú, við tínum góðu gávum og evnum, hevur verið sera álítandi, skilagóð, trúgv og samstarvssinnað. Tað hevur heldur ongantíð verið nakar ivi um, at tú hevur viljað havt ein stovn við góðum starvsfólkum, sum saman við tær og í samstarvi við kommununa kundi vera millum fremstu stovnar í landinum.

Til ber at lesa alla takkarrøðuna her

Síðst í november varð boðað frá, at 55-ára gamli Jørgin Olsen er settur í starvið. Fuglfiðingurin í Rituvík, við leiðararoyndunum, byrjar í starvinum eftir nýggjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder