Innanlands

Frágreiðing um Barnaheimið: Børn sum ikki hava atgongd til netið verða útihýst

Formaðurin í Barnabata vísir á, at tað er týdningarmikið at øll børn hava møguleikar at luttaka á netinum, sum er ein partur av nátúrliga lívinum hjá børnum í dag

(Savnsmynd: Finnur Justinussen)

(Savnsmynd: Finnur Justinussen)

2019-03-27 18:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Man ynskir sjálvandi, at børn verða viðgjørd á sama hátt. 

Tað sigur aðalskrivarin í Barnabata, Djóni J. Eidesgaard, í sambandi við frágreiðingina hjá Løgtingsins Umboðsmanni um Trivnaðareind 10 á Almannaverkinum. Í frágreiðingini kemur millum annað fram, at tað er ymiskt hvørja atgongd børnini hava til teldil, teldu og telefon. Á eini deild, har fleiri børn búgva, var eitt barn, sum onga teldu, teldil ella telefon átti, meðan øll hini børnini áttu tílíkt. 

Djóni J. Eidesgaard sigur, at hann ikki hevur havt tíð at nærlisið frágreiðingina enn, men vísir á, at tað er keðiligt, um børnini ikki hava somu møguleikarnar. Hann sigur at internetið er ein natúrligur partur av veruleikanum hjá børnum í dag, og at tey tí mugu hava javnbjóðis møguleikar til tað. 

- Børn brúka ein stóran part av síni tíð á netinum, men saman við vinfólkum. Tað verði seg við Playstation ella við øðrum samskiftismiðlum, greiðir Djóni J. Eidisgaard. Hann leggur afturat, at tað kann verða álvarsamt, um børn ikki fáa tann møguleikan. 

- Hevur barnið ikki møguleika til tað, so veðrur eitt barn útihýst frá tí, sum í dag eru natúrligir felagsskapir, hóast tað ikki vóru tað tá vit vóru ung, sigur aðalskrivarin í Barnabata. Hann sigur, at tað sjálvandi kann vera munur á, hvussu nógva tíð børn skulu brúka á netinum. 

- Tað burdi verði nakrar mannagongdir, soleiðis at tað verður líka fyri øll. Tað kann vera munur á hvussu nógva tíð børn í ymiskum aldri eiga at brúka á netinum, sigur Djóni J. Eidisgaard. Hann leggur afturat, at børn í sama aldri eiga at hava somu møguleikar at virka á netinum. 

- Tað kundi verði gott at mannagongdir verða gjørdar viðvíkjandi skermtíð hjá børnum, og tað finnast eisini serfrøðingar, sum hava viðgjørt tað, sigur Djóni J. Eidisgaard at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder