2025-09-22 12:46

Sunnudagin viðurkendu fýra lond - Stórabretland, Avstralia, Kanada og Portugal - Palestina sum stat, og Frakland væntast at gera tað sama seinni í dag.
Og í Fraklandi flagga 21 fronsk ráðhús við palestinska flagginum, hóast tey sambært franska innlendismálaráðnum hava fingið boð um ikki at gera tað, tí slíkt er ímóti meginregluni um neutralitet í almennari tænastu.
Tað er í sambandi við ein toppfund, sum Frakland og Saudiarabia hava innkallað til í sambandi við ST-aðalfundin í New York, at Frakland fer at viðurkenna Palestina, skrivar Ritzau.
Les eisini: Ísrael: Tað verður eingin palestinskur statur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald