Uttanlands

Frakland fyrireikar seg til meira ófrið komandi vikuskifti

Vandi er fyri nýggjum samanbrestum leygardagin, sigur franski innanríkismálaráðharrin.

(Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Simon Wohlfahrt/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-26 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frakland fyrireikar seg til meira ófrið komandi vikuskifti, sigur franski innanríkismálaráðharrin, Laurent Nuñez.

Seinastu vikurnar hava stór mótmæli verið í Fraklandi, og hevur hetta elvt til samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk.

Mótmælini byrjaðu friðarligt í september. Mótmælisfólkini vóru m.a. ónøgd við vánaligu umstøðurnar á skúlunum og høga livikostnaðin.

Bæði fakfeløg og Gulu Vestarnir hava ætlanir um fleiir mótmæli komandi vikurnar, skrivar Ritzau.

Franski innanríkismálaráðharrin sigur tað vera sannlíkt, at nýggir samanbrestir verða leygardagin, og at tað helst framhaldandi vera útfaringarbann fleiristaðni fyri at forða fyri herverki og ránum.

Leygardagin vóru yvir 400.000 mótmælisfólk á gøtunum. 267 løgreglufólk og yvir 250 mótmælisfólk fingu skaða. Tey flestu fingu smærri skaðar, men trý fólk fingu álvarsligan skaða.

Mótmælini undanfarna vikuskifti vórðu lýst sum tey ógvusligastu í Fraklandi í fleiri ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder