Uttanlands

Frakland: Løgreglan lagt hald á 1,3 tons av kokaini

Tað verður mett at hava eitt virði á nærum 300 milliónir krónur

Franskir tollarar á Las Palmas á Gran Canaria í sambandi við, at franskir og spanskir myndguleikar á heysti í fjør løgdu hald á fýra tons av kokaini (Mynd: EPA)

Franskir tollarar á Las Palmas á Gran Canaria í sambandi við, at franskir og spanskir myndguleikar á heysti í fjør løgdu hald á fýra tons av kokaini (Mynd: EPA)

2025-08-15 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franska løgreglan hevur lagt hald á 1,3 tons av kokaini, sum varð funnið nær við stórbýin Bordeaux í trækassum í einum lastbili, sum var á veg til Spania, skrivar Ritzau.

Hetta hendi undir einum átaki, sum franska og spanska løgreglan samstarvaðu um, eftir at franska løgreglan hevði fingið eitt tipp um, at lastbilurin hevði koyrt illgrunasamar túrar millum Spania og Norðurevropa.

Lastbilførarin, ein 36 ára gamal spanióli, varð handtikin.

Kokainið, sum hald varð lagt á, hevur eitt virði á upp móti 40 milliónir evrur, sum svarar til nærum 300 milliónir krónur.

Myndugleikarnir í Fraklandi siga, at hetta er prógv um vaksandi innflutningin av kokain til Evropa umvegis Portugal og Suðurspania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder