2025-06-03 12:19

Løgreglan frámælir í løtuni allari ferðslu úti á Enni í Fuglafirði.
– Í løtuni er nógvur vindur úti á Enni í Fuglafirði. Vegurin er stongdur frá Bergfrost og víðari út til Vónina. Á økinum standa høgar stilladsur rundanum nakrar oljutangar, og tí er sera ótrygt á staðnum, skrivar løgreglan á Facebook.
Fuglafjardar sløkkilið er til staðar og arbeiðir við at tryggja støðuna, verður sagt.
Dagføring kl. 13.33: Løgreglan sigur, at tamarhald er á støðuni. Fólk verða biðin um at vísa størsta varsemi og at koyra niðanfyri Pelagos.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald