
Tað er nógvur kavi og jarðrok ymsastaðni í landinum, og soleiðis er eisini í Klaksvík.
Á heimasíðu sínari skrivar Klaksvíkar kommuna, at í løtuni standa nógvir bilar fastir, og trupult er at halda kavagrevsturin koyrandi.
Tí verður heitt á borgarar um ikki at fara út at koyra, um tað ikki er neyðugt. Somuleiðis verður boðað frá, at vegna veður koyrir býarbussurin ikki meira í dag. Hetta skrivar klaksvik.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald