Í gjárkvøldið og í nátt varð skipað fyri tiltakinum "One World: Together at Home", eitt tiltak á netinum, har ein rúgva av kendum andlitum úr tónleikaheiminum m.a. framførdu úr heimi sínum.
Millum tey vóru Billie Eilish, Paul McCartney, John Legend, Elton John, Lady Gaga, Michael Bublé, Luis Fonsi, Taylor Swift og The Rolling Stones.
Tað var heimsheilsustovnurin WHO og Global Citizen, sum saman við Lady Gaga skipaðu fyri tiltakinum, sum var sum ein konsert og heilsuráðstevna í einum og vardi í átta tímar.
Endamálið var at heiðra heilsustarvsfólk kring heimin og at eggja fólk til at halda seg heima.
Hóast tiltakið bjóðaði uppá fleiri tímar av undirhaldi, var tað tó ein framførsla, sum skaraði framúr.
Talan var um kenslubornu framførsluna hjá Taylor Swift, sum sat við klaverið og sang "Soon You'll Get Better", eitt lag, sum hon hevði skrivað til mammu sína, sum hevur strídst við krabbamein í fleiri ár. Hóast hetta, hóskaði lagið sera væl til høvið, hildu fleiri. Á Twitter vórðu fleiri enn 200.000 dagføringar skrivaðar um framførsluna hjá Taylor Swift í nátt, skrivar TV2.
Lagið var við á seinastu útgávu hennara "Lover", sum kom út í fjør, og í nátt varð fyrstu ferð, at hon framførdi lagið. Amerikanska sangkvinnan hevur áður sagt, at lagið var sera torført at skriva, og at hon, hóast hon er errin av lagnum, hevur torført við at syngja tað. Allar framførslurnar síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald