Innanlands

Framløga av bóklinginum "Týðandi tættir í námsfrøðiligum arbeiði við fleirmæltum børnum"

Hesin bóklingur er úrslit av verkætlan, ið Útlendingastovan og integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu hava tikið stig til

2019-06-26 17:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, hósdagin 27.juni, í Reinsarínum, verður framløga av bóklingi, ið snýr seg um týðandi tættir í námsfrøðiligum arbeiði við fleirmæltum børnum við øðrum móðurmáli enn føroyskum. Talan er um vitanardeiling og góð ráð, ið serliga snúgva seg málmenning.

Hesin bóklingur er úrslit av verkætlan, ið Útlendingastovan og integratiónssamskiparin í Tórshavnar kommunu hava tikið stig til. Í verkætlanini hava sjey kommunur tikið lut. Stuðul til málmenning hjá børnum í 2018 frá Mentamálaráðnum er eisini latin hesi verkætlan.

Á skránni hósdagin er framløga av bóklinginum, nøkur orð frá landsstýriskvinnuni í mentamálum og høvi verður eisini at seta spurningar og annars skifta orð um evnið.

- Útlendingastovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder