Fishfacts bjóðar í morgin árini klokkan 9 inn til almenna framløgu av frágreiðingini: "Russiski fiskiskapurin í Irmingarhavinum, føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023".
Við støði í AIS dátum, algoritmum og tóllæru hevur Fishfacts fingið til uppgávu at lýsa:
• Virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Irmingarhavinum frá 2020 til 2023.
• Bretland hevur stongt havnirnar fyri russiskum skipum - hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023
• Ísland hevur stongd havnirnar fyri russiskum skipum - hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Íslandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023
• Lýsa russiska fiskiskapin eftir sild, makreli og svartkjafti frá 2020 til 2023
• Um russisk skip ikki sleppa at landa, um- ella uppskipa sild, makrel ella svartkjaft, ið ikki eru fevnd av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, hvørji eru útlitini fyri at russisku fiskiskipini bunkra olju og umskipa á opnum havi
• Lýsing av farmaflutninginum til og úr Føroyum
Frágreiðingin er umbiðin av einari røð av fyritøkum. Fyritøkurnar eru hesar: Bergfrost, Christian í Grótinum, Enniberg, Effo, Faroe Agency, Faroe Ship, Framherji, JFK, Magn, North Pelagic, KBI, KJ, KSS, Varðin og Vónin.
Endamálið við frágreiðingini er at lýsa russiska fiskiskapin í Irmingarhavinum, føroyskum og í altjóða sjógvi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023.
Framløgan verður á Panorama á Hotel Hafnia klokkan 9 í morgin árini og er almenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald