Innanlands

Framløga um barnsburðartunglyndi í Kongshøll klokkan 15

Tað er granskarin Sanne Storm, sum fer at leggja fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum - hetta í samband við barnsburð

- Við støði í landsfevnandi kanning av 424 føroyskum kvinnum, hevur granskarin Sanne Storm skipað tvørfakligt samstarv millum jarðamøðratænastuna, Gigni, og Psykiatriska Depilin, at finna fram til trivnað og sálarligu heilsustøðuna, meðan kannaðu kvinnurnar eru við barn

- Við støði í landsfevnandi kanning av 424 føroyskum kvinnum, hevur granskarin Sanne Storm skipað tvørfakligt samstarv millum jarðamøðratænastuna, Gigni, og Psykiatriska Depilin, at finna fram til trivnað og sálarligu heilsustøðuna, meðan kannaðu kvinnurnar eru við barn

2023-06-07 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, mikudagin 7. juni, fer granskarin Sanne Storm at leggja fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum, meðan tær eru við barn og eftir at tær hava átt.

Framløgan er í Kongshøll, hon er almenn og byrjar klokkan 15. Hesum boðar Landssjúkrahúsið frá 

- Við støði í landsfevnandi kanning av 424 føroyskum kvinnum, hevur granskarin Sanne Storm skipað tvørfakligt samstarv millum jarðamøðratænastuna, Gigni, og Psykiatriska Depilin, at finna fram til trivnað og sálarligu heilsustøðuna, meðan kannaðu kvinnurnar eru við barn. Talan er um hagfrøðiliga samanberandi gransking, har málið hevur verið at finna fram til, hvørt samsvar er millum tær kvinnur, ið ikki kendu seg væl meðan tær vóru uppá vegin, og kvinnurnar, ið ikki kendu seg væl eftir barnsburðin.

Annan vegin avdúkar kanningin nøkur almenn viðurskifti, ið vísa, hvussu trivnaðurin kann verður settur í vanda, og skapa størri sannlíki fyri mistrivnaði, soleiðis at barnsburðartunglyndi kann taka seg upp undir viðgongu og eftir barnsburð. Men hinvegin avdúkar kanningin eisini viðurskifti, ið eru tengd at staðbundnari mentan og tískil sprottin úr serligum føroyskum viðurskiftum, skrivar Landssjúkrahúsið.

- Kanningin avdúkar til dømis tann púra óvæntaða vandan, ella signifikanta risikofatorin, ið ger seg galdandi, tá mamman, ið er uppá vegin ella nýligani hevur átt, býr í sama húsi sum foreldrini ella verforeldrini, sigur Sanne.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder