
Ungmannafelagsskapurin hjá Framsókn, Framsøkin Ung, heitir nú á løgtingið um at taka játtanina til felagsskapin Pro Vita av fíggjarlógini.
Pro Vita er ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at “verja lív, frá gitnaði til náttúrligan deyða”, og harvið arbeiðir ímóti møguleikanum fyri at kvinnur fáa lættari møguleika fyri at kunna fáa abort.
Felagsskapurin hevur í eitt áramál fingið stuðul frá landskassanum. Í løtuni er hesin stuðulin 300.000 krónur árliga.
Framsøkin Ung skriva nú í eini áheitan á tingið, at málið ikki snýr seg um hvat felagsskapurin Pro Vita stendur fyri, men sigur at slíkir felagsskapir ikki hoyra heima á fíggjarlógini.
Skrivið kann lesast á lesarin.fo https://lesarin.fo/#/articles/framsokin-ung-pro-vita-skal-av-figgjarlogini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald