Hanna Jensen og Ruth Vang, tingkvinnur fyri Framsókn hava mist tolið, og hava í dag lagt uppskot fyri tingið um at útseta kvotuskipanina frá at hava gildi 1. januar 2019 til 1. januar 2020.
- Orsøkin til uppskotið er, at enn er arbeiðið at meta um fyrimunir og vansar við kvotum mótvegis fiskidagaskipan ikki liðugt, og bæði vinnan og politiska skipanin eru komin til tað vegamót, at tíðin er úti fyri at seta munandi broytingar í verk í høvuðsvinnuni við rímiligari umhugsanar- og fyrireikingartíð og fyri virðing av ymisku pørtunum, siga tingkvinnurnar í uppskotinum.
Tær siga at vit eru nú komin til endan á oktober mánaði, og høvuðsvinnan hevur enn ikki fingið boð um tær niðurstøður, sum fyrireikingararbeiði og heldur ikki politiska skipanin er kunnað um, hvussu langt hetta arbeiði er komið.
- Tí er rætt og rímiligt, at gildiskoman av hesum parti av lógini verður útsett enn eitt ár, so arbeiðið við hesum týdningarmikla spurningi fær ta rúmd, tað eigur at fáa, eins og arbeiðsnáðir, siga Hanna Jensen og Ruth Vang í uppskotinum, sum er lagt fram uttanum samgonguna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald