Innanlands

Framsókn umsitur nú skúlamál

Tjóðveldi umsitur mentamál, ítróttarmál og kirkjumál

2019-02-14 11:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Samgonguflokkarnir eru vorðnir samdir um, hvussu samstarvið verður skipað við sessum og politiskum málum, tað ið eftir er av valskeiðnum.

Framsókn fer at umsita skúlamál, tað sum eftir er av samgonguskeiðnum, og fær eitt nýtt landsstýrisfólk.

Samstundis fer Tjóðveldi at umsita mentamál, ítróttarmál og kirkjumál. Hesi málsøki fara at verða umsitin av einum av verandi landsstýrisfólkum floksins.

Norðurlandamál og vitaverkið verða flutt til Høgna Hoydal at umsita, skriva Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal og Poul Michelsen í skrivi um býtið.

Samgongan er samd um, hvørji mál hava stóran týdning at fáa framt, tað sum eftir er av valskeiðnum. Úr rúgvuni kann nevnast:

  • At seta ferð á nøkur yvirtøkumál.
  • At niðurrinda skuld, sum fellur til gjaldingar í juni.
  • Talgildi samleikin.
  • Nýggjan listaskúla á Sandi.
  • Vælferðarlógin.
  • Bústaðarpakkin.
  • Margfeldislógin.
  • Lóg um veiðigjald.
  • Húsarhaldsskúlin í Klaksvík.
  • Ítróttarháskúlin í Vági.
  • Eftirskúli á Tvøroyri.
  • At fáa longt barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum.
  • Hjálparfólkaútbúgvingin.
  • At seta borin í Dalstunnilin og Hvalbiartunnilin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder