Innanlands

Framsýning og mótashow á Húsarhaldsskúlanum

Næmingarnir eru um at gera seg lidnar við skeiðið – gott høvi hjá komandi næmingum at síggja hvat arbeitt verður við á skúlanum

2023-02-14 08:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík er við at verða liðugt, og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.

Framsýning sum verður í dag, verður eitt sindur øðrvísi, sum naka nýtt verður livandi verkstaður, har møguleiki er at síggja næmingar gera ymisk handaligt arbeið. Á framsýningini fara næmingarnir at skipa fyri eina mótasýning við klæðum frá frá Bláa Krossi.

Áhugin fyri endurnýtlsu og matoyðsl er alsamt vaksandi, og er hettar eisini nakað, sum Húsarhaldsskúlin varpar ljós á.

Við endurnýtslu fáa klæðini nýtt og longri lív. Við at endurnýta eru vit eisini við til at hjálpa hvør øðrum og kunnu læra at fegnast um, at onnur fáa gleði av tí sum vit ikki longur hava tørv á, og øvugt.

Afturat verkstaði og mótasýning fara Paulina Eliasen og Jenny Kastalag, handarbeiðslærarar, at greiða frá um ymiskir handarbeiðsteknikkir.

Á framsýningini verður høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa okkurt leskiligt undir góman afturvið einum góðum kaffimunni.

Eisini er opið hús har kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.

Framsýningin er opin frá kl. 16 til 21. Mótasýningar eru kl. 17, 18.30 og 20.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder