
Hósdagin 6. mars klokkan 17 verður framsýning og upplestur í forhøllini á Listasavni Føroya við donsku listakvinnuni Julie Sass.
Julie Sass sýnir nýggjar myndir fram, og høvi verður at hoyra brot úr nýggju listabók hennara, skrivar Listasavn Føroya í tíðindaskrivi.
– Hvat siga vit við hvønn annan í telefonini, gjøgnum sms-boð, í bussinum? Hálvir setningar vevjast saman og verða til visuellar løtumyndir í nýggju listabókini eftir Julie Sass. Tekstir og myndir eru knýtt saman í eina opna, inniliga og brotakenda frásøgn. Hvør tekstur kann lesast fyri seg ella sum ein søga.
– Talan er um 43 hondskrivaðar tekstir við hvør sínari mynd. Myndir og tekstir renna saman og eru skipað sum opin og visuell brøv. Tekstirnir eru týddir til føroyskt og Julie Sass hevur teknað og málað tekstirnar, sum verða vístir fram saman við myndunum í bókini. Tilvísingar eru til landsløg og náttúru, skulptur og mentanararv. Tekstirnir rúma eisini einføldum og skemtiligum samrøðum. Tekningarnar eru abstraktar, men fáa okkum at hugsa um okkurt, vit kenna aftur, bæði í innihaldi og formati. Hurricane Publishing hevur útgivið listabókina í 2024.
Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin, Julie Sass lesur upp úr bókini á donskum, og istafólkini Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lesa brot úr bókini á føroyskum. Framsýning við myndum eftir Julie Sass verður í forhøllini, og Listasavnið bjóðar drekkivørur.
Um listakvinnuna
Julie Sass er donsk listakvinna, ið er útbúgvin frá danska kunstakademiinum og New York University (MFA). Listakvinnan hevur givið út fleiri bøkur og hefti, serliga í sambandi við framsýningar, ið hon hevur skipað fyri. Julie Sass hevur luttikið á fleiri framsýningum í Føroyum og útlondum.
Tiltakið er ókeypis. Savnið er opið 6. mars frá klokkan 11-20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald