Leygarkvøldið lat framsýningin "Gróðursettur – Tilflytarasøgur" upp í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Á framsýningini eru 50 verk úr træi eftir Joel Cole. Træið er flutt til Føroya úr amerikanska statinum Minnesota, har listamaðurin er ættaður. Harafturat hvíla øll verkini á føroyskum bassalti.
Joel Cole kom til Føroya úr USA í 1986 sum skiftisnæmingar í eitt ár. Hareftir vitjaði hann í Føroyum á hvørjum ári fram til 2011, tá hann flutti til Føroya. Nú býr hann í Saltnesi saman við føroysku konu sínari. Hann eigur fimm børn, sum øll hava føroyskar røtur.
Joel Cole (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Framsýningin er opin millum klokkan 14 og 18 komandi tvær vikurnar.
Seks av verkunum hjá Joel Cole eru eisini heiðraði við frímerki frá Posta, sum komu út fríggjadagin. Meira um verkini og frímerkini kann lesast á Stamps.fo.
Tá framsýningin lat upp í gjár, var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, til staðar, og bar hann listamanninum eina heilsan. Røðan hjá borgarstjóranum, umframt fleiri myndir frá framsýningini, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald