2. apríl var ætlanin hjá Framtakinum fyri rættin at velja kannabis at skipa fyri eini ráðstevnu um medisinskt kannabis, ætlað læknum og starvsfólkum í heilsuverkinum.
Nú er vandi fyri, at tiltakið dettur niðurfyri, tí leiðslan fyri landssjúkrahúsinum hevur tikið loyvið aftur at halda ráðstevnuna í Veitsluhøllini hjá Landssjúkrahúsinum – eitt loyvi, sum Framtakið annars fekk 15. januar, skrivar framtakið í tíðindaskrivi.
Ráðstvnan verður hildin saman við danska systirfelagsskapinum, kallaður Cannabis Danmark, sum hevur kend nøvn sum Søs Egelind og Ritt Bjerregaard í nevndini.
- Nú bara ein vika er eftir til at tiltakið skal byrja, kemur hetta sera dátt við hjá Cannabis Danmark og Framtakinum. Vit hava lagt sera stóra orku og pengar í at fáa hetta tiltakið upp at standa. Tað er púra óskiljandi hví tey taka loyvið aftur uttan haldgóðar grundgevingar, skrivar Framtakið, sum eisini sigur, at tey hava kært avgerðina til Heilsu- og Innlendismálaráðið.
Avgerðin fær tó onga ávirkan á hitt tiltakið, sum Framtakið og Cannabis Danmark skipa fyri í sama umfari. Talan er um ein almennan pallborðsfund. Hann verður sum ætlað hildin í Smæruni hjá Starvsmannafelagnum 3. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald