Innanlands

Veljarakanning: Framtakið verður tungan á vágskálini

Framtakið fyri kannabis hevði fingið ein sess á tingi um val var í dag

Framtakið fyri kannabis fær umboðan á løgtingi sambært nýggjastu veljarakanningini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Framtakið fyri kannabis fær umboðan á løgtingi sambært nýggjastu veljarakanningini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-02-27 10:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvørki samgongan ella andstøðan á tingi í løtuni megnar at fáa meiriluta, um val hevði verið í dag.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Úrslitið av kanningini vísir, at tað stendur púra javnt millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn øðrumegin og Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrið hinumegin. Veingirnir í føroyskum politikki fáa 16 tingfólk hvør.

Tungan á vágskálini verður sostatt nýggi flokkurin, Framtaki fyri kannabis, sum sambært kanningini fær eitt umboð valt á ting um val hevði verið í dag.

Framtakið stendur at fáa 3,7 prosent av atkvøðunum (tað er tað sama, sum Sjálvstýri fær) og harvið ein tinglim.

Les eisini: Føroyingar vilja loyva kannabis 

Fólkaflokkurin størst, men missir
Fólkaflokkurin er framvegis nógv tann størsti flokkurin í Føroyum sambært kanningini, men útlitini fyri teir fýra stóru flokkarnir hava lyndi til at javna seg.

Leiðslan hjá Fólkaflokkinum er als ikki so stór longur, og við 25,2 prosntum hesaferð, røkkur tað ’bert’ til átta fólk á tingi. Fólkaflokkurin fekk annars 9 tingfólk á veljarakanningini í januar og 10 fólk í kanningini beint fyri jól.

Næststørsti flokkur nú er Javnaðarflokkurin, sum fær 20,9 prosent og 7 tingfólk. Javnaðarflokkurin yvirhálar Tjóðveldi, sum stendur seg illa í kanningini. Tjóðveldið stendur at fáa 17,5 prosent og rapar sostatt 2,6 prosentstig í mun til kanningina í januar, og fellur niður á seks umboð á tingi.

Tað er nú minni munurin á Tjóðveldi og Sambandsflokkurin, sum eisini gongur aftur í mun til seinastu kanning, men hevur ligið støðugt á seks tingfólkum, eins og nú, í øllum teimum seinastu kanningunum.

Framsókn sigrar eisini
Men skal tosast um ein sigursharra í hesi kanningini, so er tað ikki bara Framtakið, sum kemur inn á ting við 3,7 prosentum av atkvøðunum.

Tað er hinvegin eisini Framsókn, sum síðan seinastu kanning hevur fingið økt sína demokratisku umboðan við einum landsstýrisfólki afturat, og nú er umboðað av tveimum tingfólkum, sum hvørgin megnaði at verða vald á ting, men sita sum eykafólk fyri landsstýrisfólkini.

Í seinastu veljarakanning fekk Framsókn 5,5 prosent av atkvøðunum og tvey umboð á tingi. Nú rýkur Framsókn upp á 8,0 prosent og fær trý umboð á tingi.

Viðgongdin hjá Framtakinum sær út til at ganga út yvir Miðflokkin, sum missir annan tingmannin og fellur úr 5,1 prosentum seinast til 4,1 prosent nú. Eisini Sjálvstýri gongur aftur til 3,7 prosentstig – tað sama sum Framtakið fær – men varðveitir tó tann eina sessin á tingi í mun til seinastu kanning.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder