Nýggjasti flokkurin í føroyskum politikki, Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis, mótmælir nú, at flokkurin ikki sleppur við til pallborðið, sum í annaðkvøld skal kjakast um fosturtøku.
Talan er um eitt kjakkvøld, sum verður hildið í sambandi við Femifagnaðin í vikuni fram móti kvinnudegnum 8. mars. Luttakararnir í kjakinum eru umboð fyri allar flokkar á løgtingi.
Sostatt ikki fyri tann áttanda flokkin, sum stillar upp til løgtingsvalið.
Tað er hesum, sum Framtakið nú mótmælir. Vit halda ikki, tað er rætt av Frítt Val at útihýsa okkum, skrivar Arnfinn á Birtuni í mótmælinum.
Framtakið hevur higartil kunngjørt fýra nøvn, sum stilla upp fyri listan til løgtingsvalið. Ein teirra er kvinna, Rebekka Vestergaard av Tvøroyri, sum listin kunngjørdi í tíðindaskrivi sunnukvøldið.
Felagsskapirnir, sum eru við at skipa fyri Femifagnaðinum hesa vikuna eru Kvinnufelagið, Frítt Val – fyri fríari abort, Amnesty International Føroyar, Kropsfanatistar og Damudomi.
Les eisini: Politiskt pallborðskjak um abort
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald