Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at ferðslukanningar vórðu gjørdar í Eysturoynni í gjár.
Fimm mál vóru niðurskrivaði, og fýra teirra snúði seg um fólk, sum tosaðu í telefon, meðan tey koyrdu bil - væl at merkja førarar sum hildu í telefonini. Hetta gevur bót á 1.500 krónur, og vaktleiðarin staðfestir, at tað framvegis er ein trupulleiki, hóast flestu bilar nú hava hátalarar at tosa í, og at møguleikar er at koyra okkurt í oyruni.
Ein annar bilførari fekk bót fyri at koyra júst 70 km/t í bygdum øki. Av tí at tað ikki var omanfyri 70 km/t, fekk viðkomandi "bara" bót og ikki klipp eisini.
Løgreglan var úti í Klaksvík, har ungdómar hugnaðu sær, í samband við at fólkaskúlin hjá teimum er av. Summi høvdu koyrt vespappír um húkin á Borðoyavík - ið tey sjálvi sluppu at taka burtur - nakað av órógvandi larmi var, og so var eisini ein roynd gjørd at forða ferðslu við eingum togi ella líknandi. Hetta eydnaðist tó ikki.
Innanlands
Framvegis ein trupulleiki við telefonum
Løgreglan tók í gjár fýra bilførarar í Eysturoynni, ið hildu í telefon sínari, meðan tey tosaðu. Fólkaskúlanæmingar í Klaksvík órógvaðu nakað í nátt
At halda í einari telefon og tosa meðan koyrt verður, kann geva bót á 1.500 krónur (Mynd: Sverri Egholm)
2023-05-17 11:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald