Framvegis eingin nýggjur smittutilburðir

Hetta er 10. dagurin á rað, og talið av aktivum tilburðum nærkast framvegis null

2020-04-17 07:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

81 koronakanningar vórðu gjørdar í gjár. Eftir tær kann staðfestast, at tað er framvegis eingin, sum hevur fingið staðfest smittuna síðani 6. apríl. 

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað eru tó bert 13 aktivir tilburðir. 

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 171 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað vil siga, at tvey fólk eru staðfest frísk seinasta samdøgrið.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronavirusið, upplýsir Heilsumálaráðið.

Í gjár mintu løgmaður og hinir myndugleikarnir á tíðindafundi staðiliga á at halda tilmælini sum eru í koronastríðnum, og sum nú eru galdandi til 7. mai.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder