2026-01-03 09:21
Í gjárkvøldið ávaraðu Landsverk og løgreglan um, at tað var hált um alt landið og jarðrok í ælunum, og boðað varð eisini frá fleiri óhappum í hálkuni - uttan fólkaskaða. Les meira her.
Náttin hevur tó verið øgiliga friðarlig, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn, og seinastu tímarnar hava ongar fráboðanir verið um óhapp í hálkuni.
Tað er tó framvegis hált kring landið. Landsverk ávarar um hálku á m.a. Dalavegnum til Viðareiðis, Kambsdali, Tjørnuvíkarvegnum, Høgareyni, Vatnsoyrum, við Velbastaðháls og á Porkerishálsi. Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald