Innanlands

Framvegis ikki liðug við nevndarsamansetingina

Dagført 16.45: Nú verður bíðað eftir andstøðuni. - og onkrum afturat. Tingfundurin verður eftir ætlan tikin upp aftur klokkan 17.15

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2026-04-20 16:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagsins tingfundur byrjaði klokkan 11. Eftir at Anna Falkenberg formliga fór í farloyvi, og Hermann Samuelsen tók sæti fyri Sambandsflokkin, hevur Johan Dahl niðurlagt tingfundin fimm ferðir.

Hermann Samuelsen: Hálvrørandi og nú skal man taka ábyrgd

Bíðað hevur verið eftir, at flokkarnir skulu gerast lidnir at býta nevndarsessirnar ímillum sín.

Nú eru samgonguflokkarnir lindir at býta sínar sessir, og tað er millum annað greitt, at Helgi Abrahamsen (Fíggjarnevndin), Ben Arabo (vinnunevndin), og Súsanna Bertholdsen (Mentanarnevndin) fáa forfólkasessir.

Sí eisini: Helgi Abrahamsen er nýggjur formaður í Fíggjarnevndini

Beint nú verður bíðað eftir andstøðuni, sum ikki var har, tá fundurin skuldi takast uppaftur klokkan 15.50.

Sum skilst er onkur ónøgd og ósemja um eitt eitthvørt hjá onkrum limum har, og fundast verður framvegis fyri at fáa skil á snøklunum.

Andstøðan fær ein triðing av teimum 45 nevndarsessunum men ongan forfólkasess.

Tingfundurin verður eftir ætlan tikin upp aftur klokkan 16.30. Tá verður yvirlit latið yvir, hvørjir sessir hvør fær í nevndum Løgtingsins.

Dagført: 16.45: Tingfundurin varð tikin uppaftur - fyri bara at verða niðurlagdur í hálvan tíma. Bíðað verður eftir tekniskum tingum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder