Framvegis sjey sum eru smittað

99 koronakanningar vórðu gjørdar í gjár - eingin av teimum var positiv

2020-04-22 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru framvegis í alt 185 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna.

Hetta upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Eingin nýggjur tilburður er staðfestur seinasta samdøgrið, har 99 kanningar vórðu gjørdar. Samanlagt eru 6270 fólk kannaði fyri koronavirus í Føroyum.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna.

Tað er framvegis eingin persónur innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við Covid-19

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder