Bústaðarprísirnir gjørdu enn eitt lop í fjør. Orsøkin er vaksandi eftirspurningurin, sum er munandi hægri enn útboðið av bústøðum. Tí er í løtuni einki, sum bendir á, at prísirnir fara at lækka í ár – tvørturímóti.
Tað vísir nýggjasta metingin av bústaðarmarknaðinum, sum Betri Heim hevur gjørt.
Bústaðarprísirnir hækkaðu millum 10 og 12 prosent
Sethúsini í Føroyum dýrkaðu í miðal 12 prosent í fjør. Miðalprísurin fyri alt landið var 3,1 milliónir krónur.
Í Tórshavn var miðalprísurin í fjør 4,6 milliónir krónur samanborið við 4,2 milliónir krónur í 2024. Tað er ein vøkstur upp á 10 prosent.
Í Eysturoynni kostaðu húsini 2,6 milliónir krónur í miðal. Tað er 12 prosent meira enn í 2024, tá miðalprísurin var 2,3 milliónir krónur.
Gongdin var tann sama á íbúðarmarknaðinum, har íbúðirnar í Tórshavn dýrkaðu 12 prosent. Ein miðalstór íbúð á 85 fermetrar kostaði í fjør 3,4 milliónir krónur. Tað svarar til ein fermetursprís upp á 40.200 krónur.
Bústaðarbyrðan lækkaði
Hóast bústaðarprísirnir eru øktir nógv seinasta árið, hava lægri rentur og hægri lønir við sær, at tað er lutfalsliga lættari at seta búgv í dag, enn tað var fyri einum ári síðan.
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av tøkupeninginum hjá eini barnafamilju, sum keypir bústað við 10 prosentum í eginfígging, fer til bústaðarlánið. Talið er ein samanrenning av bústaðarprísunum, rentustøðinum, miðalinntøkunum og skattastiganum, og tað verður brúkt sum mát fyri, hvussu lætt ella trupult tað er at koma inn á bústaðarmarknaðin.
Bústaðarbyrðan fyri íbúðir í Tórshavn var í fjør 27 prosent. Barnafamiljur, sum keyptu íbúð í høvuðsstaðnum, skuldu sostatt brúka ein góðan fjórðing av sínum tøkupeningi til bústaðarlánið – ítøkiliga 12.700 av 46.500 krónum í miðal um mánaðin. Tað er nakað minni enn í 2024, tá bústaðarbyrðan var 29 prosent.
Fyri sethús var bústaðarbyrðan í fjør 38 prosent í Tórshavn og 20 prosent í Eysturoynni. Tað er ein lækking samanborið við 2024, tá bústaðarbyrðan var ávikavist 42 og 22 prosent.
Bústaðarbyrðan í miðal fyri alt landið var 24 prosent í fjør samanborið við 26 prosent í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald