Innanlands

Framvegis trupulleikar við vatninum í Tvøroyrar kommunu

Áirnar eru frystar, og vatnið í allari kommununi verður tikið frá seint í kvøld fram til tíðiliga í morgin. Vónað verður at lýggjari veður kann fáa støðuna í rættlag til vikuskifti

- Vit harmast um hetta, men fáa í skrivandi stund ikki gjørt so nógv við tað. Arbeitt verður við at sleppa niðan í Rangabotn eftir vatni, men har er trupult at sleppa fram fyri kava. Arbeitt verður tó við hesum og at bøta um støðuna.

2023-03-16 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú liggjandi kavi hevur verið í fleiri dagar og kuldastigini eru støðug, eru áirnar kring um í kommununi frystar meginpartin av samdøgrinum.

Hetta er støðan í Tvøroyrar kommunu, og merkir tað, at vatnnøgdirnar, ið renna í uppsamlingsbrunnarnar, eru ikki nøktandi. Tað eru fleiri støð í kommununi, ið einki vatn hava, staðfestir tvk.fo.

- Vit harmast um hetta, men fáa í skrivandi stund ikki gjørt so nógv við tað. Arbeitt verður við at sleppa niðan í Rangabotn eftir vatni, men har er trupult at sleppa fram fyri kava. Arbeitt verður tó við hesum og at bøta um støðuna.

Les eisini: Mugu spara uppá vatnið í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy og á Sundi

Eins og gjørt varð týskvøldið og mikunáttina verður vatnið tikið, boðar kommunan frá í dag: 

- Fyri at kunna savna eitt sindur saman av vatni í kvøld og nátt, so verður stongt fyri vatninum í allari kommununi, frá kl 22:00 í kvøld og til kl 06:00 í morgin árini.

Kuldin sær út til spakuliga at víkja tá tað nærkast vikuskiftinum, og vónandi førir tað við sær, at vatnveititingin aftur koyrir optimalt, skrivar tvk.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder