Innanlands

Franska fregattin FS Aquitaine vitjar í Føroyum

Fregattin vitjar í Havn frá í dag til mánadagin, og meðan skipið liggur við kei, fer tað at gera nakrar dronuflúgvingar yvir sjónum, við tí endamáli, at gera venjingar og at taka myndir av skipinum

2024-09-13 08:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 13. til 16. september vitjar franska fregattin FS AQUITAINE eftir ætlan í Havn.

Tað boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá.

Meðan skipið liggur við kei, fer tað at gera nakrar dronuflúgvingar yvir sjónum, við tí endamáli, at gera venjingar og at taka myndir av skipinum. Dronan er óvápnað, skrivar ráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder