
Ein skúlaflokkur úr Fraklandi, sum vitjar í Føroyum, kom í keðiliga støðu tá allir pengarnir blivu burtur. Hetta hendi fríggjadagin, og sunnudagin høvdu vit eina grein um málið.
Les eisini: Franskur skúlaflokkur mist pengarnar burtur á ferð í Føroyum
Men støðan er nú loyst. Hanna Jensen, franskur konsul, boðar frá, at ein ónevnd fyritøka hevur valt at lata teimum pening svarandi til mistu upphæddina.
- Tey takka fyri allan áhugan og umsorganina og viljan til at grípa inn og stuðla, um høvið kom til tess. Tey takka fyri, hvussu øll hava tikið so væl ímóti teimum og roynt at hjálpt á ymsan hátt, sigur Hanna Jensen.
Talan var um stóra og munandi upphædd, sum helst bleiv burtur tá tey vóru á vitjan í runt í Havnini fríggjadagin.
Flokkurin, sum telur tveir lærarar og 18 næmingar um 9. floksaldur, skal av landinum í morgin, og skal síðani ferðast niður gjøgnum Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald