Innanlands

Franskur skúlaflokkur mist pengarnar burtur á ferð í Føroyum

Talan er um eina stóra og munandi upphædd, sum er avgerandi fyri ferðina hjá flokkinum, sum skal av landinum aftur hósdagin

Franski skúlaflokkurin avmyndaður uttanfyri ráðhúsið í Havn fríggjadagin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Franski skúlaflokkurin avmyndaður uttanfyri ráðhúsið í Havn fríggjadagin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-02-26 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein skúlaflokkur úr Fraklandi, sum vitjar í Føroyum hesum døgum, er komin í ta óhepnu støðu, at hann hevur mist pengar sínar burtur.

Tað var fríggjadagin, tá tey ferðaðust í høvuðsstaðnum, at tey varnaðust, at tey høvdu mist ein brúnan brævbjálva við evrum, sum tey høvdu havt við sær at brúka á ferðini, og hann er nú eftirlýstur hjá løgregluni og á Facebook, sigur Hanna Jensen, franskur konsul, sum hevur verið í samband við tey.

– Talan er um eina stóra og munandi upphædd, sum er rættiliga avgerandi fyri teirra ferð, og seinast tey minnast seg hava havt pengarnar var fríggjamorgunin, áðrenn tey fóru úr Miðvági til Havnar við leið 300 klokkan 10.35.

– Tey ferðast kring landið við nógvum viðføri, og hava tey kanska mist pengarnar ella lagt teir frá sær av óvart, sigur hon við Portalin.

Leitað hevur verið á Giljanesi har tey búðu, í bussunum, og í Havnini á teimum støðunum, flokkurin hevur verið. Um onkur finnur brævbjálvan, verður inniliga heitt á tey um at lata hann inn á løgreglustøðina, og finningarløn verður latin.

Flokkurin, sum telur tveir lærarar og 18 næmingar um 9. floks aldur, skal ikki av landinum aftur fyrr enn hósdagin, og síðani ferðast hann niður gjøgnum Evropa. Í hesum døgum eru næmingarnir í Eysturoynni, har tey komandi dagarnar skulu tjalda og ganga millum bygdirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder