Innanlands

Freistin at lata tilfar til ólavsøkuskránna er hósdagin

Tórshavnar kommunu skal hava fráboðan í seinasta lagi 1. juli fyri at fáa tiltakið við í skránna. Hetta verður gjørt við at fylla út fráboðanarskjalið á Vanganum

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-06-29 18:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hevur tú ætlanir um at skipa fyri tiltaki innan ítrótt, undirhald, mentan ella tílíkum á ólavsøku, skalt tú boða Tórshavnar kommunu frá í seinasta lagi 1. juli fyri at fáa tiltakið við í skránni 

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommunu á heimasíðu sínari 

Les eisini: -Ólavsøkan verður og má fyrireikast

Ólavsøkan verður aftur eitt sindur øðrvísi í ár, men eins og undanfarin ár, verða matskráir, smærri sølubásar á gøtuni, upplatingartíðir hjá handlum og tílík kunning ikki partur av ólavsøkuskránni.

Nú er júst ein mánaði til ólavsøkudag, og hósdagin er seinasta freist at boða frá tiltaki.  Hetta verður gjørt við at fylla út fráboðanarskjalið á Vanganum -um tað ikki ber til at brúka Vangan ber til at taka fráboðanarskjalið niður sum PDF og fylla tað út, skrivar torshavn.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder